Kunngera ikki ferðslutøl hvønn dag

Kunngera ikki ferðslutøl hvønn dag
Í gjár og týsdagin koyrdu eisini 3.000 bilar í Eysturoyartunlinum
 
14.01.2021 - 11:04

Tølini hjá Eysturoyartunlinum verða ikki kunngjørd hvønn dag, men kanska hvønn mánað.

Fyrsta samdøgrið, pengar vórðu tiknir frá teimum, sum brúka tunnilin, koyrdu stívliga 3.000 bilar í honum.

Tað talið var á sama stigi í gjár og týsdagin, men tó eitt sindur hægri, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum.

Men nú er tunnilin stongdur hálvt samdøgur, frá kl.19.00 til kl.07.00.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV