- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kuba á svartalista
Kuba á svartalista
Umsitingin hjá Donald Trump, forseta, sigur landið stuðlar yvirgangi

14.01.2021 - 07:23
Umsitingin hjá Donaldi Trump, forseta, hevur sett Kuba aftur á svartalista hjá amerikanska uttanríkisráðnum, yvir statir, sum stuðla yvirgangi, og nýggj tiltøk verða sett í verk.
At strika Kuba á hesum lista verður sagt at verða eitt av størstu uttanríkispolitisku avrikunum hjá Barack Obama sum forseta. Uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, almannakunngjørdi avgerðina í gjár.
Hann vísti serliga á, at Kuba hýsir fólkum, sum eru eftirlýst í USA, og at Kuba framvegis stuðlar Nicolás Maduro, forseta í Venesuela. Fá av teimum sameindu hjá USA halda tó, at Kuba stuðlar yvirgangi, skrivar NTB.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV