Boðanesheimið (aftur) smittufrítt

bannari
Boðanesheimið (aftur) smittufrítt
Nú kunnu avvarðandi aftur vitja síni kæru á Boðanesheiminum
 
14.01.2021 - 12:46

Tí nú er eingin smitta á heiminum. Týskvøldið í síðstu viku fekk eitt starvsfólk staðfest koronu, tveir dagar eftir, at viðkomandi hevði verið til arbeiðis.

Øll starvsfólk og búfólk á deildini eru tí kannað hvønn dag í síðstu viku og aftur í gjár, og staðfest er, at eingin er smittaður á deildini.

Nøkur starvsfólk og øll búfólk á deildini, har viðkomandi starvsfólk arbeiðir, hava verið í sóttarhaldi, og deildin hevur verið stongd fyri vitjandi.

Deildin er í morgun latin uppaftur, og gerandisdagurin kann aftur vera sum vanligt við teimum koronutilráðingum, sum annars eru, skrivar Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117