Koppsetingarætlanin er nú lýst

bannari
Koppsetingarætlanin er nú lýst
Kunngerðin, sum leggur leistin fyri koppseting av eldri og heilsuveikum, er nú lýst
 
13.01.2021 - 06:39

Kunngerðin fevnir bara um koppseting av starvsfólki í heilsu- og eldraverkinum, partar av almannaverkinum, búfólk á ellis- og røktarheimum, sjúklingar í vandabólkum og teirra avvarðandi, 65 ára gomul og eldri við tørvi á persónligari røkt, umframt fólk 85 ár og eldri.

Tað hevur sína orsøk, at kunngerðin ikki fevnir um aðrar bólkar í samfelagnum, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Trýstið at fáa koppsetingina er ov stórt í mun talið av koppsetingum, og tí verður atgongdin avmarkað við kunngerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Heilsumyndugleikarnir vænta at vera lidnir við at koppseta føroyingar, tá ið juni mánaður fer at halla. Tað er samstundis sum danir eru lidnir við sína koppseting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117