170 revsimál reist eftir ófrið

170 revsimál reist eftir ófrið
Nú byrja revsimálini ímóti teimum, ið stílaðu fyri og tóku lut í ófriðinum í Washington fyri einari viku síðani
 
13.01.2021 - 07:15

Veruligar bumbur vórðu funnar og lopið varð á løgreglufólk við táragassi. Myndugleikarnir hava ikki sæð nakað tílíkt áður. 

Soleiðis søgdu stjórin í FBI, Steven D'Antuono og ríkisákærin Michael Sherwin, tá ið tíðindafundur varð hildini í gjárkvøldið um kanningina eftir álopið á kongressina fyri viku síðani.

170 mál eru reist, og 70 fólk eru longu skuldsett. FBI og statsákærin hava fingið yvir 100.000 fráboðanir, myndir og video av fólki. Og hetta er bara byrjanin.

Eg meti, at hendan kanningin ikki hevur sín líka, ikki bara í søguni hjá FBI men eisini í søguni hjá løgmálaráðnum, segði Michael Sherwin, ríkisákæri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962