- Tíðindi, mentan og ítróttur
Washington í undantaksstøðu

Amerikanski forsetin, Donald Trump, setur undantaksstøðu í verk í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington, dagarnar undan og eftir at Joe Biden verður svorðin í eið sum forseti 20. januar.
Avgerðin merkir, at amerikanska trygdarráðið og aðrir myndugleikar kunnu samskipa arbeiðið at tryggja býin saman við myndugleikum í býnum.
Fimm fólk doyðu í ófriðinum
Undantaksstøðan kemur fimm dagar eftir at Trump-viðhaldsfólk lupu á bygningin hjá Lóggávutinginum, sum júst tá skuldi góðkenna úrslitið av forsetavalinum.
Tvey fólk vórðu dripin og trý lót lív í álopinum. FBI stúrir fyri vápnaðum mótmælisgongum í øllum 50 statunum í USA og í Washington næstu dagarnar undan útnevningini av Joe Biden sum forseta.
Pentagon hevur góðkent, at 15.000 hermenn frá tjóðarhirðini skulu standa á varðhaldi meðan undir hátíðarhaldinum í næstu viku.
Kom í gildi í gjár
Undantaksstøðan hjá Trump kemur í gildi mánadagin 11. januar og verður galdandi til mánadagin 24. januar.
Borgarstjórin í Washington, Muriel Bowser, hevur frammanundan lýst undantaksstøðu til dagin eftir at Biden er svorðin í eið.
Í gjár heittu Muriel Browser, borgarstjóri, Ralph Northam, guvernørur í Virginia, og Larry Hogan, guvernørur í Maryland, á fólk um halda seg burtur frá hátíðarhaldinum orsakað av ófriðinum í farnu viku og av ótta fyri at fólk verða smittað av koronu.
