- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES fær minni nøgd, men rindar meiri
ES fær minni nøgd, men rindar meiri
Grønland og ES hava gjørt nýggja avtalu um fiskirættindi

Rækjukvotan vestanfyri er óbroytt, 2.600 tons, men rækjukvotan eystanfyri er minkað úr 5.100 tonsum niður í 4.850 tons
12.01.2021 - 09:54
Færri tons og fleiri pengar. Grønland og ES hava gjørt nýggja avtalu um fiskirættindi. Sambært henni fær ES 10.500 tons minni í grønlendskum sjógvi, men rindar góðar 15 milliónir krónur meira fyri fiskin.
Einasta kvota, sum er størri, er toskakvotan. Hon er farin úr 1.800 upp í 1.950 tons. Rækjukvotan vestanfyri er óbroytt, 2.600 tons. Rækjukvotan eystanfyri er minkað úr 5.100 tonsum niður í 4.850 tons.
Grønland fær 140,6 milliónir krónur um árið fyrstu tvey árini og eftir tað meira. Gamla avtalan gav Grønlandi 125 milliónir krónur um árið. Avtalan, sum nú er gjørd, er galdandi til og við 2026.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV