Vinnan vil hava nýtt uppskot um tilbúgving

Vinnan vil hava nýtt uppskot um tilbúgving
Lógaruppskotið er ikki nóg greitt, m.a. kann landsstýrisfólkið áleggja vinnufyritøkum útreiðslur, sum ikki eru útgreinaðar
Arbeiðsgevararnir sigur, at lógaruppskotið eigur at verða broytt og sent aftur til hoyringar
 
11.01.2021 - 09:17

Uppskotið um broytingar í tilbúgvingarlógini er ov ógreitt, tá tað viðger lutin hjá vinnuni í tilbúgvingini.

Tað heldur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Felagið vísir á, at landsstýrisfólkið kann áleggja vinnufyritøkum ikki nærri útgreinaðar útreiðslur. 

Heimildin er víðfevnd og trupul at leggja upp fyri, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Ikki er greitt, hvat fyri virksemi talan skal vera um, áðrenn ein fyritøka skal hava egintilbúgving.

Oljuvinnan og berghol

Tvey dømi eru nevnd í viðmerkingunum, oljuvinna og berghol, men annars er ásetingin ógvuliga yvirskipað.

Hetta kann gera, at sama slag virksemi verður viðgjørt ymiskt í kommununum, sigur arbeiðsgevarafelagið. 

Føroya arbeiðsgevarafelag heldur, at lógaruppskotið eigur at verða broytt og sent aftur til hoyringar, áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389