- Tíðindi, mentan og ítróttur
7.000 bilar í Eysturoyartunlinum
7.000 bilar í Eysturoyartunlinum
Ókeypis er at koyra til á midnátt sunnukvøldið
06.01.2021 - 11:55
Nú gerandisdagurin er byrjaður aftur eftir høgtíðina, koyra yvir 7.000 bilar um samdøgrið í Eysturoyartunlinum.
Men ókeypis er at koyra enn.
Á midnátt sunnukvøldið byrjar gjaldsskipanin.
Og hon er ikki broytt, sigur stjórin í Eysturoyar- og Sandoyartunlum, Teitur Samuelsen.
Fyri at hava okkurt at samanbera við, koyrdu knappliga 2.000 akfør í Vágatunlinum í miðal um samdøgrið í desember í fjør og 3.700 í Norðoyatunlinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV