Fýra tilburðir í gjár

bannari
Fýra tilburðir í gjár
Í løtuni eru 58 fólk smittað av koronu
Nógv hava latið seg kannað fyri koronu seinastu tíðina. Í gjár vórðu umleið 1500 kanningar. Henda myndin er tikin jólaaftan, tá langar bilrøðir við fólki bíðaðu eftir at sleppa framat á eystaru bryggju í Havn at verða kannað
 
05.01.2021 - 14:50

Fýra smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tann eini tilburðurin hevur samband við smittuketu, ið Landslæknin fylgir. Hinir tríggir eru frá nýggjari smittuketu, sum Landslæknin nú kannar.

Í gjár vórðu 1.499 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru gjørdar 203.657 kanningar.

626 fólk fingið smittuna í Føroyum. 568 eru frísk aftur, og sostatt eru 58 fólk smittað í løtuni.

Tvey fólk eru innløgd við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114