Trump í telefonsamrøðu: Finn fleiri atkvøður

Trump í telefonsamrøðu: Finn fleiri atkvøður
Ein telefonsamrøða, sum nú er blivin almenn, vekir ans
Forsetin í USA hevur í telefonsamrøðu heitta á ráðharran í innanríkismálum um at finna fleiri atkvøður
 
04.01.2021 - 06:48

Donald Trump hevur í telefonsamrøðu heitt á innanríkisráðharran í Georgia, Brad Raffensperger, um at finna 11.780 atkvøður afturat.

Atkvøður, ið høvdu broytt úrslitið av forsetavalinum í Georgia, skrivar Washington Post. Samrøðan, sum vardi í slakan tíma, varð upptikin leygardagin.

Sáddi iva um úrslitið beinanvegin

Nývaldi forsetin í USA, Joe Biden, vann valið í Georgia. Tað var eftir fínteljing, tí lutvíst fáar atkvøður vóru á muni millum valevnini.

Trump sáddi alt fyri eitt iva um úrslitið á forsetavalinum í november. Hann vildi vera við, at valsvik er farið fram, og at Joe Biden av órøttum vann forsetavalið.

Allir statir hava annars góðkent valið og staðfest, at Joe Biden vann forsetavalið. Joe Biden tekur við sum forseti í USA tann 20. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962