Nógv færri skurðviðgerðir

Nógv færri skurðviðgerðir
Skurðviðgerðir á sjúkrahúsunum blivu millum 35 og 60 prosent færri, tá korona kom í fjør vár
 
04.01.2021 - 13:03

Hetta er samanborið við 2019. Virksemið á medisinska økinum minkaði ikki so nógv, millum 10 og 35 prosent.

Men fysioterapi og ergoterapi minkaðu millum 60 og 80 prosent. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Hann hevur svarað Høgna Hoydal, tingmanni, sum spurdi um viðgerðir og bíðilistar hjá heilsuverkinum, meðan korona hevur verið.

Færri send av landinum til viðgerð

Eisini sjúklingaferðir av landinum vóru færri í fjør enn í 2019. Sjúklingaferðirnar hjá Landssjúkrahúsinum vóru 2.213 í 2019 og 1.873 í fjør.

Klaksvíkar sjúkrahús sendir vanliga sjúklingar av landinum okkurt um 100 ferðir um árið.

Í fjør vóru 70 slíkar ferðir. Tað sama er at siga um Suðuroyar sjúkrahús, sum plagar at senda okkurt um 90 sjúklingar uttanlands um árið. 

Minkingin stendst av tí, at sjúkrahús uttanlands hava útsett skurðviðgerðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114