- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nancy Pelosi afturvald til máttugt starv
Nancy Pelosi afturvald til máttugt starv
Forkvinnan í Umboðsmannatinginum er afturvald við teprum meiriluta

Nancy Pelosi sveiggjar fundarhamaranum í Umboðsmannatinginum í gjár, sunnudagin
Mynd: AP
04.01.2021 - 08:08
Nanci Pelosi fekk 216 atkvøður. Kevin McCarthy, valevnið hjá Republikanarunum, fekk 209 atkvøður. 80 ára gamla Pelosi hevur verið leiðari fyri Demokratiska flokkin í Umboðsmannatinginum í 17 ár.
Fimm floksfelagar hjá Nancy Pelosi atkvøddu ikki fyri henni. Tríggir atkvøddu blankt. Tveir atkvøddu fyri øðrum valevnum hjá Demokratiska flokkinum.
Eftir forsetan og varaforsetan hevur forkvinnan í Umboðsmannatinginum mest at skula sagt í politiska maskinrúminum í USA.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV