- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar byrja at koppseta

Fyrsta koppsetingin fyri koronu í Grønlandi verður í dag. Tað verður í ellisheiminum Ippiarsuk í Nuuk.
Fólk í ellisheimum og starvsfólkini har í Ilulissat verða eisini koppsett. Har verður byrjað at koppseta í morgin.
Landslæknin, Henrik L. Hansen, væntar at fáa fleiri skamtar, áðrenn fólk skulu koppsetast seinnu ferð, um tríggjar vikur.
Grønland sloppið væl
Grønland er higartil sloppið væl, tá talan er um koronu. Fyrsta fólkið varð innlagt nýggjársaftan. Viðkomandi fekk koronu í Danmark.
Grønland hevur verri enn so gjørt so kanningar sum Føroyar hava. Í Grønlandi eru gjørdar 15.677 kanningar og 27 eru smittað.
Tá kanningarnar í gjár ikki eru taldar við, eru gjørdar 201.388 kanningar í Føroyum, 620 hava verið positivar.
