Ísrael koppsett 1 mió.

Ísrael koppsett 1 mió.
Tað gongur við rúkandi ferð at koppseta ísraelar. Umleið 150.000 verða koppsett um dagin
 
02.01.2021 - 13:50

Ísrael er á odda í kappingini um at koppseta fólk. Sambært bbc hava ísraelar megnað at koppseta meira enn eina millión fólk fyrstu ferð fyri koronavirus. Tað er eitt koppsetingartal á 11.55 fyri hvørji 100 fólk. Til samanberingar hava fólk úr Bahrain eitt koppsetingartal á 3.49 fyri hvørji 100, og Stórabretland eitt tal á 1.47 fyri hvørji 100 fólk, vísir ein kanning, sum verður gjørt í samstarvi við lærda háskúlan í Oxford. 


USA ov seinir

USA, ið er hart rakt av korona virus rakk ikki endamálið við at koppseta 20 mió. áðrenn 2021. Bert 2,78 mió. amerikanar hava fingið fyrstu koppsetingina. 

Ísraelar koppseta umleið 150.000 fólk um dagin, og hava gjørt tað líka síðani 19. desember. ísraelar vóru millum tey fyrstu, sum tóku upp samráðingar við Pfizer-BioNtech um koppingarevni, og tryggjaðu sær koppsetingar tíðliga. 

Benjamin Netanyahu, sum hevur sitið sum forsætismálaráðharri, og sum stillar upp til valið, metir, at Ísrael longu kann hava koppsett allar borgarar í februar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962