- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóra Bretland góðkent enn eitt koppingarevni

Korona-koppingarevnið Oxford-AstraZeneca hevur nú fingið allar neyðugar góðkenningar í Bretlandi, og sostatt er enn eitt koppingarevni tøkt í stríðnum móti COVID-19. Tað skrivar BBC í morgun.
Bretar byrjaðu fyrr í hesum mánaðinum at koppseta við koppingarevninum hjá Pfizer-BioNTech, og síðani tá eru meir enn 600.000 fólk í Bretlandi koppsett.
Men nýggja koppingarevnið, sum vísindafólk við lærda háskúlan í Oxford hava ment, fer at seta nógv meiri ferð á koppsetingarnar í Bretlandi.
100 milliónir skamtar bílagdir
Stjórnin í Bretlandi hevur bílagt 100 milliónir skamtar frá AstraZeneca, og tað er nóg mikið til at koppseta 50 milliónir fólk í landinum fyri COVID-19.
Ein stórur munur er, at koppingarevnið hjá Pfizer-BioNTech má goymast í 70 kuldastigum, men nýggja koppingarevnið kann goymast í einum vanligum kuldaskápi.
Tað fer at gera tað nógv lættari at fáa koppingarevnið út til eitt nú ellis- og røktarheim. Nýggja koppingarevnið kemur væl við í Bretlandi, sum hevur havt stórar trupulleikar av koronu seinastu tíðina.
