- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kirkjuklokkur í Svøríki ringja fyri koronu-deyðum

Kirkjuklokkurnar fara at ringja fyri teimum, sum eru deyð av koronu í Svøríki seinasta árið. Í gjár var talið av deyðum við koronu í Svøríki komið upp á 8.279.
Tíðindastovan TT sigur, at umframt at minnast tey deyðu fara klokkurnar eisini at ringja fyri teimum, sum orsakað av koronu-avmarkingunum ikki kundu vera saman við sínum kæru, áðrenn tey doyðu.
Broyttu strategi í november
Svøríki hevði í langa tíð eina øðrvísi handfaring av koronu-smittuni og dúvaði upp á sonevnda floksimmunitetin sum bestu verju móti sjúkuni.
Men í november, tá talið av smittaðum fór at vaksa við nógvari ferð, hálsaðu svensku myndugleikarnir um og hava síðani sett tiltøk í verk, sum líkjast teimum í grannalondunum.
Í løtuni hava meir enn 396.000 sviar fingið staðfest koronu. Umleið tíggju milliónir fólk búgva í Svøríki.
