- Tíðindi, mentan og ítróttur
WHO: Korona verður ikki tann seinasta farsóttin

Heimsheilsustovnurin, WHO, ávarar um, at koronufarsóttin verður ikki tann seinasta farsóttin, sum fer at herja heimin.
Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO, sigur, at søgan vísir okkum, at hetta verður ikki seinasta heimsfarsóttin, og at farsóttir eru ein partur av lívinum.
ST-aðalfundurin samtykti fyrst í hesum mánaðinum, at 27. desember - triði jóladagur - skal vera altjóða farsóttar-fyrireikingardagur.
Dagurin skal gera vart við, at heimurin lærir okkurt av koronufarsóttini, so hann kann fyrireika seg til heilsukreppur í framtíðini.
Fleiri enn 1,7 milliónir fólk deyð
Aðalskrivarin í World Health Organization, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði longu í summar, at koronufarsóttin fer at merkjast í áratíggju.
Ghebreyesus sigur, at gera heimsins stjórnir størri íløgur í heilsumál, ber til at tryggja, at børnini arva ein meira mótstøðuføran og burðardyggan heim.
Hann sigur, at koronufarsóttin var ikki óvæntað, tí heimsheilustovnurin hevur í fleiri ár ávarað um møguleikan fyri einari farsótt, og hvussu ófyrireikaður heimurin var at taka ímóti henni.
Sambært John Hopkins University eru 80 milliónir fólk smittað av koronu í øllum heiminum, og fleiri enn 1,7 milliónir fólk eru deyð.
