- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spania: Fólk, sum sýta, verða skrásett
Spania: Fólk, sum sýta, verða skrásett
Spania fer at skráseta fólk, sum sýta fyri at verða koppsett fyri koronu

29.12.2020 - 11:21
Tað upplýsir Salvador Illa, heilsumálaráðharri, fyri BBC. Hann leggur kortini dent á, at tað er ikki krav at lata seg koppseta.
– Vit fara at at skráseta tey, sum hava fingið tilboð um at lata seg koppseta, men ikki taka av, sigur Salvador Illa. Men ætlanin er ikki at almannakunngera skrásetingina, sigur hann.
Kanningar vísa, at spaniólar eru sera ivasamir, tá ræður um at verða koppsettur fyri koronu. AFP skrivar, at ein nýggj kanning vísir, at 28 prosent ætla ikki at koppseta seg.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV