- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump skrivað undir koronupakka
Trump skrivað undir koronupakka
Amerikanski forsetin skrivaði í nátt, okkara tíð, undir eina lóg um kreppuhjálp fyri 900 milliardir dollarar í sambandi við koronufarsóttina

28.12.2020 - 08:22
Donald Trump hevur annars í eina viku sýtt fyri at skriva undir lógina um ein kreppupakka fyri tilsamans 2.300 milliardir dollarar, sum ein stórur meiriluti í báðum tingdeildum í kongressini hevur samtykt.
Sambært lógini skulu 1.400 milliardir dollarar brúkast til at fíggja almenna geiran, og 900 milliardir dollarar fara til hjálpartiltøk í sambandi við koronu.
Skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, ikki undir lógina nú, var vandi fyri, at almennir stovnar í USA lótu aftur í morgin.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV