Kanna møguleikar fyri endurgjaldi

Kanna møguleikar fyri endurgjaldi
Nú verður kannað, um danskir fiskimenn kunnu fáa endurgjald í kjalarvørrinum av Brexit
 
28.12.2020 - 09:44

Danski fiskimálaráðharrin, Rasmus Prehn, er farin at kanna, hvørjir møguleikar eru at lata donskum fiskimonnum endurgjald, nú veiðimøguleikarnir í bretskum sjógvi verða skerdir, í kjalarvørrinum av Brexit.

ES hevur sett fimm milliardir evrur av til at hjálpa vinnum í limalondunum, sum verða rakt av handilsavtaluni millum ES og Bretland, ið kemur í gildi á nýggjárinum.

Henda játtanin fevnir eisini um fiskivinnuna. Rasmus Prehn sigur, at Danmark eigur at fáa part av játtanini, og kannað verður eisini, hvat meira kann gerast.

Fiskimenn í ES missa 25 prosent

Donsk skip fiska umleið 40 prosent av allari sínari veiðu í bretskum sjógvi, og 30 prosent av inntøkunum í donsku fiskivinnuni koma haðani.

Sambært avtaluni millum ES og Bretland, missa fiskimenn í ES-londum 25 prosent av kvotuni í bretskum sjógvi næsta hálvt sætta árið.

Vit fegnast um, at missurin bara er 25 prosent, tí bretar ætlaðu upprunaliga, at ES-lond skuldu missa 80 prosent av kvotunum, sigur Rasmus Prehn. 

Franska stjórnin hevur gjørt av at lata fronskum fiskimonnum endurgjald fyri tað, sum teir missa í bretskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962