- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fuglakrím í fimm ES-londum

Fuglakrím er nú staðfest í Danmark, Fraklandi, Týsklandi, Niðurlondum og Belgia.
Tað skrivar Reuters.
Mánadagin staðfesti Frakland smittandi fuglakrímið, H5N8, hjá fuglum í einum djórahandli í Korsika.
Og í Danmark er virusið staðfest í einum stórum høsnagarði í Randers í eysturJútlandi, og har skulu
25.000 hønur
25.000 hønur skulu drepast.
Smittan merkir, at næstu tríggjar mánaðirnar er bann sett fyri at útflyta flogfenað og egg til lond, sum eru uttanfyri ES, skrivar Umhvørvis- og matvøruráðharrin í Danmark í tíðindaskrivi.
Fuglarkrímið hevur breitt seg í Vesturevropa seinastu mánaðirnar eftir at tað fór at ganga í Russlandi og Kasakhstan í summar, skrivar tíðindastovan.
