- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexitsemja er gjørd

Alt bendir á, at undirhúsið í bretska tjóðartinginum fer at atkvøða fyri brexit-avtaluni, sum Stóra Bretland og ES í gjár gjørdu um framtíðar viðurskifti partanna millum.
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum hevur gjørt avtaluna, hevur meiriluta í tinginum, og formaðurin í andstøðuflokkinum, Labour, Keir Starmer, boðar frá, at flokkurin tekur undir við avtaluni, hóast hon, sambært floksformanninum, ikki er hin besta.
30. desember fer undirhúsið í bretska tjóðartinginum at atkvøðu um brexit-avtaluna.
ES-tingið skal eisini viðgera avtaluna, og tað verður væntandi í januar mánað.
Fiskurin
Brexit-avtalan, sum ES og Stóra Bretland eru vorðin samd um, fær avleiðingar fyri tey, sum fiska í bretskum sjógvi.
Lagt er upp til, at fiskifólk úr ES-londum skulu minka samlaða virði av tí, tey fiska í bretskum í sjógvi við einum fjórðingi yvir fimm ár, afturfyri at tey framvegis hava rættindi at fiska har.
Tað skrivar Danmarks Radio á síni heimasíðu.
Sambært Boris Johnson, forsætisráðharra, ynskti Stóra Bretland at avhendingin skuldi henda yvir eitt trý ára skeið, meðan ES í byrjanini vildi leinja tíðarskeiðið til tíggju ár.
Føroyar og Bretland samráðast aftur um fiskirættindi 5. og 6.januar.
