ES góðtekur neyðuga ferðing til Bretlands

ES góðtekur neyðuga ferðing til Bretlands
Nógv ferðafólk eru fangað í Bretlandi, og vøruflutningurin er eisini raktur
Túsundtals vørubilar sleppa ikki til Bretlands og úr Bretlandi
 
22.12.2020 - 15:54

ES-nevndin mælir nú limalondunum til at loyva farmaflutningi og neyðugari ferðing til Bretlands.

Hetta hevur nevndin avgjørt í dag, eftir at flestu lond í Evropa og onnur við hava steðgað allari samferðslu til Bretlands, nú ein nýggj mutation av Covid-19 er staðfest í Bretlandi, sum smittar sera illa.

Nógv ferðafólk er fangað í Bretlandi og sleppa ikki heim, og haraftrat sleppa túsundtals vørubilar ikki til Bretlands og úr Bretlandi.

Reuters skrivar, at ES-nevndin nú mælir til at fáa gongd á vøruflutningin aftur, men framvegis verður mælt frá allari óneyðugari ferðing til Bretlands.

Samstundis mælir ES-nevndin limalondunum til, at fólk, sum koma úr Bretlandi, skulu kannast fyri koronu og í 10 daga sóttarhald.  Lastbilførarar og heilsustarvsfólk eru undantikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835