- Tíðindi, mentan og ítróttur
30.000 bilar í Eysturoyartunlinum
30.000 bilar hava higartil koyrt í Eysturoyartunlinum. Tað vísir ein uppgerð, nú tvey samdøgur eru farin, síðani tunnilin læt upp.
Sambært Akstovuni eru 40.203 akfør í Føroyum. Sostatt hava tríggir fjórðingar av øllum akførum í landinum verið í tunlinum.
18.000 bilar høvdu koyrt ígjøgnum, tá ið tunnilin hevði verið opin í 24 tímar, og nú hava 12.000 bilar aftrat koyrt í tunlinum, upplýsir Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum.
Taka mynd
Mynd verður tikin av øllum bilum, tá ið teir koma inn í ein av teimum trimum tunnilsmunnunum - í Rókini, á Strondum og á Hvítanesi. Tá ið bilurin fer úr tunnilsmunnanum, verður aftur ein mynd tikin, og tað verður skrásett sum ein túrur.
- Fleiri bilar hava koyrt í tunlinum, enn vit høvdu væntað. Alt hevur gingið væl, síðani tunnilin læt upp, men tá ið flest bilar vóru í tunlinum í senn, varð neyðugt at skrúva upp fyri ventilasjónini, sigur Teitur Samuelsen.