Eisini nógv minni farmur loftvegis

Eisini nógv minni farmur loftvegis
Til 1.desember eru flutt góð 612 tons, næstan 45 prosent minni enn í fjør
Tað er ikki bara ferðafólkatalið loftvegis, sum er nógv minkað í hesum árinum. Farmaflutningurin er eisini minkaður 45 prosent
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2020 - 09:37

Ikki bara ferðafólkini eru nógv færri í ár enn í fjør.

Eisini farmurin, sum flogførini flyta, er minni.

Í november fluttu flogførini 76 tons av farmi, 27,5 prosent minni enn í november í fjør.

Til 1.desember eru flutt góð 612 tons, næstan 45 prosent minni enn í fjør.

Nógv minni flúgving

Fráferðirnar og komurnar eru eisini færri. Tær vóru 225 í november, 47 prosent færri enn í november í fjør.

Til 1.desember vóru tær 3.222, sløk 40 prosent færri enn í fjør.

Einasta framgongd er í postinum. 25,4 tons av posti komu og fóru við flogfari í november, næstan fýra prosent meira enn í fjør.

Afturgongdin er bara 0,1 prosent til 1.desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF