Oyggjaleikirnir útsettir í tvey ár

Oyggjaleikirnir útsettir í tvey ár
Korona ger, at limalondini eru ávirkað bæði heilsuliga og fíggjarliga, sigur Oyggjaleikanevndin
Henda myndin er frá Oyggjaleikunum á Jersey í 2015. Nú er greitt, at leikirnir, sum skuldu vera á Guernsey næsta ár, verða útsettir til 2023
 
09.12.2020 - 10:11

Oyggjaleikirnir, sum skuldu vera á Guernsey næsta ár, verða útsettir í tvey ár, til 2023.

Tað hevur oyggjaleikanevndin, IIGA, avgjørt.

Jørgen Pettersson, formaður í Oyggjaleikanevndini, sigur í tíðindaskrivi, at hetta var ein torfør avgerð at taka, og øll harmast um, at leikirnir verða útsettir í tvey ár. Men heimfarsóttin hevur ávirkað øll limalondini bæði heilsuliga og fíggjarliga, og ítróttarfólk hava tí ikki havt møguleika at fyrireika seg.

At leikirnir nú verða útsettir í tvey ár, hevur við sær, at leikirnir, sum skuldu vera í Orknoyggjunum í 2023, eru útsettir til 2025. Leikirnir á Ynys Mon, sum skuldu vera í 2025, verða útsettir til 2027.

Ætlanin var, at oyggjaleikirnir skuldu vera á Isle of Man í 2027, men Isle of Man verður væntandi vertur í 2029 í staðin, boðar Oyggjaleikanevndin frá. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221