Pengar til Atlantic skulu ikki brúkast til hotell

Pengar til Atlantic skulu ikki brúkast til hotell
Tað er óheppið, at Atlantic Airways er við í hotellvinnuni. Vandi er fyri ójavnari kapping í hotellvinnuni, sigur Fíggjarnevndin
Fíggjarnevndin tekur undir við at lata Atlantsflogi 100 milliónir krónur, men pengarnir skulu ikki brúkast til hotellvirksemi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2020 - 12:54

Nú almenna flogfelagið er vorðið týðandi partur í føroysku hotelvinnuni, hevur tað sum flogfelag átikið sær óneyðugan váða. 

Og vandi er fyri ójavnari kapping í hotellvinnuni. Tað sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum í álitinum um eykajáttanarlógina. Álitið kom í gjár.

Nevndin tekur kortini undir við at lata Atlantic Airways 100 milliónir krónur, sum landsstýrið hevur biðið um. Nevndin leggur tó dent á, at pengarnir ikki verða brúktir í sambandi við hotellvirksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946