Tveir smittutilburðir í gjár

bannari
Tveir smittutilburðir í gjár
Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum
 
28.11.2020 - 15:56

Tað eina fólkið er partur av einari smittuketu, landslæknin fylgir. Hitt fólkið er komið til Føroya úr útlondum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og smittusporingin er byrjað.

Í gjár vórðu 427 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 166.881 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 502 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 498 fólk eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru fýra smittað í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114