1861 mál um brot á ferðslulógina

1861 mál um brot á ferðslulógina
Løgreglan heitir á fólk um at seta ferðina niður, og at koyra bil, tá tey koyra bil
Helmingurin av øllum málunum viðvíkja ferðslulógarbrot, har ferðslutrygdin hjá borgarunum verður sett í týðandi vanda, sigur løgreglan.
 
19.11.2020 - 09:26

Higartil í ár hevur løgreglan skrivað 1861 mál um brot á ferðslulógina, upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi.

Talan er um 377 mál, sum føra til klipp í koyrikortið, 338 mál um at fólk hava tosað í fartelefon og 230 mál um ov nógva ferð.

Tann gongdin er ikki nóg góð, og tí sigur løgreglan seg kunna staðfesta, at helmingurin av øllum málunum viðvíkja ferðslulógarbrot, har vit av royndum vita, at ferðslutrygdin hjá borgarunum verður sett í týðandi vanda.

Skulu vera árvakin og skynsom

Og uppgerðin vísir, at tað framvegis er av týdningi at gera vart við, at tey, sum eru í ferðsluni, eru árvakin og skynsom.

Upplýst verður, at í 2018 doyði eingin í ferðsluni. Í 2019 doyði eitt fólk í ferðsluni. Higartil í ár er eingin deyður í ferðsluni. 

Tí heitir løgreglan á fólk um at seta ferðina niður, og biður fólk um at koyra bil, tá tey koyra bil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050