Næmingar fáa pengar fyri avlýsta námsferð

Næmingar fáa pengar fyri avlýsta námsferð
Ferðirnar kostaðu næmingunum eina millión og 650.000 kr.
Næmingarnir á Glasi, sum skuldu námsferð, fáa nú pengarnar aftur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2020 - 08:57

Næmingarnir á Glasi, sum skuldu fara námsferð til Fraklands ella Portugals í vár, fáa nú allar pengarnar aftur, sum teir mistu, tá ferðin varð avlýst. 

Ferðirnar kostaðu næmingunum eina millión og 650.000 kr.

Næmingarnir hava fingið 300.000 kr. aftur, og nú fáa teir tað, sum eftir er, eina millión og 350.000 kr., úr landskassanum.

Uttanríkis- og mentamálaráðið heldur seg hava moralska skyldu at geva næmingunum mista peningin, tí Glasir avlýsti námsferðirnar, og ikki næmingarnir sjálvir. 

Løgtingið verður biðið um at játtar pengarnar í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í tingið í gjár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946