Nú verður farið at bora til Dals

Nú verður farið at bora til Dals
Níggju milliónir krónur eru settar av til tunnilin í ár, og við hesi játtan fer tað at taka seks ár at bora Dalstunnilin
Við verandi játtan fer tað at taka seks ár at bora tunnilin til Dals
 
21.10.2020 - 15:26

Fyrst í næsta mánaði fer Landsverk undir at bora tunnilin til Dals. 

Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann úr Javnaðarflokkinum, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í løgtinginum í dag.

Umframt tunnilin, sum verður 2,2 kilometrar langur, skulu 200 metrar av vegi gerast Húsavíkarmegin og 100 metrar Dalsmegin.

Níggju milliónir krónur eru settar av til Dalstunnilin í ár, og Jørgen Niclasen sigur, at klárar Landsverk ikki at brúka allan peningin, verður óbrúkta upphæddin flutt til næsta ár.

Í juli mánaði segði Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at við verandi játtan, har níggju milliónir krónur verða játtaðar um árið, fer tað at taka umleið seks ár at bora tunnilin til Dals.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114