Fleiri enn fimm milliónir smittað í Brasil

Fleiri enn fimm milliónir smittað í Brasil
Samstundis nærkast talið á deyðum 150.000
Umleið 150.000 fólk eru deyð av koronu í Brasil
 
08.10.2020 - 14:17

Talið á fólki í Brasil, ið hava fingið staðfest COVID-19, er nú farið upp um fimm milliónir fólk, vísa almennu tølini.

Samstundis nærkast talið á teimum, sum eru deyð av koronu, 150.000, skrivar bretska kringvarpið, BBC News.

Heilsumyndugleikarnir í Brasil skrásettu 31.553 nýggjar tilburðir í gjár. Sostatt kom samlaða smittutalið upp á 5.000.694.

Brasil er meint rakt av COVID-19. Bara USA og India eru meinari rakt enn Brasil.

Forsetin, Bolsonaro, hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri handfaringina, síðani smittan tók dik á seg í landinum.

Ringast stendur til í Sao Paulo, har 36.000 fólk eru deyð av COVID-19.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981