- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin farin í fíggjarnevndina
Fíggjarlógin farin í fíggjarnevndina
Fyrsti fundurin um fíggjarlógina verður fyrrapartin í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/magnus_rasmussen_2.png?itok=eXKoE6dd)
Magnus Rasmussen er formaður í fíggjarnevndini
08.10.2020 - 08:49
Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2021 er nú farið í Fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin hevur longu fyrsta fundin um fíggjarlógina fyrrapartin í dag.
Fyrsta viðgerð endaði í gjárkvøldið klokkan eitt korter til sjey. Tá hevði viðgerðin vart í tveir heilar dagar.
Løgtingsfundur er í dag klokkan 11.00. Fimm fyrstu viðgerðir eru á skránni. Hetta eru mál hjá landsstýrinum.
Setanarrøða og fíggjarlóg
Fólkatingið hevur eisini fund í dag.
Fólkatingið fer at viðgera røðuna, sum Mette Frederiksen, forsætisráðharri, helt fyrradagin, tá fólkatingið varð sett.
Og fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 er eisini á skránni hjá fólkatinginum í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV