Einki svar um endurnýggjaða lønarskipan

Einki svar um endurnýggjaða lønarskipan
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at lægsta almenna mánaðarlønin sambært sáttmála er í løtuni 20.633 kr.
 
06.10.2020 - 09:48

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, fekk ikki svar frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, tá hon spurdi hann, um almenna lønarskipanin verður endurnýggjað.

Í undanfarna valskeiði varð arbeitt við at fáa í lag samstarv millum fakfeløg og landið um at endurnýggja almennu lønarskipanina, sigur Kristina Háfoss. Men arbeiðið bar ikki á mál.

Tí vildi Kristina Háfoss vita, um hendan samgongan ætlar at taka tað arbeiðið uppaftur.

Lægsta lønin er 20.633 kr.

Hon hevði eisini aðrar spurningar um lønarlagið hjá landinum.

Jørgen Niclasen svarar, at lægsta almenna mánaðarlønin sambært sáttmála er í løtuni 20.633 kr. Tað er sambært sáttmála við Havnar arbeiðskvinnufelag frá 2018. Afturat koma 15 prosent í eftirløn. 

Árslønin er 156.441 kr.

Fátækramarkið, sum varð ásett í 2018, er 147.614 kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050