- Tíðindi, mentan og ítróttur
H-bygningurin kann dýrka 200 mió. kr.
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum kann gerast 200 milliónir krónur dýrari enn mett.
Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, á tíðindafundinum í gjár, tá hann almannakunngjørdi uppskotið til fíggjarlóg fyri 2021.
Næsta ár er ætlanin at gera íløgur fyri tilsamans 522 milliónir kr. Av teimum fara 150 milliónir kr. til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum tað kostar at gera bygningin lidnan.
Men hann upplýsti samstundis, at tað neyvan verður endaligi kostnaðurin.
Smoga fyri 30-50 mió. kr.
Ætlanin er at H-bygningurin skal byggjast aftrat Landssjúkrahúsinum, og skal tað gerast, verður neyðugt at játta nógvar pengar aftrat.
Landsstýrismaðurin upplýsti, at metingar vísa, at tað fer at kosta millum 30 og 50 milliónir kr. at gera eina smogu ímillum bygningarnar.
Sostatt kann verða neyðugt at játta tilsamans 200 milliónir kr. til H-bygningin aftrat, upplýsti Jørgen Niclasen.
Tunlar og vegir
Aðrar íløgur, sum skulu gerast næsta ár, eru tunlarnir norður um Fjall á Borðoynni, tunnil til Fámjins, og samstundis heldur arbeiðið at gera tunnil til Dals fram.
Pengar verða eisini játtaðir til veg í Runavík, sum skal gera ferðsluna tryggari, tá Eysturoyartunnilin letur upp, og til innkomuvegin í Havn. Og pengar verða eisini játtaðir til vegin til Tjørnuvíkar og til at betra ferðsluna í Sandslíð.
Íløgur skulu eisini gerast í bygningar, m.a. Klaksvíkar sjúkrahús, Húsarhaldsskúlan í Klaksvík og Miðnám á Kambsdali.
Og so skulu pengar játtast til bústovnar av ymsum slag, sum Bústaðir skulu vera við í.Bústaðir fáa heimild at taka lán til virksemið, upplýsti Jørgen Niclasen.