Trump og Biden í fyrstu hólmgonguni

Trump og Biden í fyrstu hólmgonguni
Koronukreppan og búskapurin verða á breddanum, tá fyrsta orðaskiftið verður millum forsetavalevnini upp undir valið í november
Donald Trump og Joe Biden bresta saman í fyrstu politisku hólmgonguni í nátt
 
29.09.2020 - 15:48

Í nátt, føroyska tíð, verður fyrsta hólmgongan í beinleiðis sjónvarpi millum amerikansku forsetavalevnini, Donald Trump og Joseph Biden. 

Tað hevur verið stórur spenningur um fyrsta beinleiðis kjakið teirra millum, tí serliga demokratiska valevnið, Joe Biden, hevur fingið atfinningar fyri ikki at standa seg væl, tá tað verður gingið hart á hann. Donald Trump hevur enntá sagt, at Biden noyðist at dopa seg fyri at orka at kjakast í beinleiðis sjónvarpi.

Chris Wallace á sjónvarpsstøðini, Fox News, verður orðstýrari í kjakinum, sum verður í Cleveland í Ohio, og sum byrjar klokkan 2 í nátt, føroyska tíð.

Trump og Biden skulu tosa um politisku fortíð sína, har privatu skatta- og fíggjarviðurskiftini hjá Trump kunnu verða drigin fram. Teir skulu eisini tosa um hægstarætt, tí eftir at hægstirættardómarin, Ruth Ginsburg, doyði herfyri, tók orðaskifti seg upp, um ein nýggjur hægstarættardómari skal setast nú, ella  eftir forsetavalið. 

Korona og búskapur

Teir skulu tosa um koronukreppuna og um búskapin, har Trump vísir á, at tað gekk væl undan koronu, men Biden sigur, at Trump bara reið víðari á alduni, sum Barack Obama skapti.

Teir skulu eisini tosa um rasismu og harðskap í býunum, og teir skulu tosa um valið sjálvt. Donald Trump hevur ført fram, at einasti kjansur hjá Joe Biden at vinna er við valsviki.

Trump hevur eisini funnist at brævatkvøðum, tí hann heldur tað vera lættari at svika við teimum. Demokratarnir leggja hinvegin Trump undir at mótarbeiða møguleikunum hjá fólki fyri at kunna greiða atkvøðu.

Tríggjar hólmgongur verða millum Donald Trump og Joe Biden. Tann fyrsta verður í nátt, og síðani hittast teir aftur15. oktober í Miami og 22. oktober í Nashville.

Men longu 7. oktober fara varaforsetavalevnini, Kamala Harris og Mike Pence, eisini kjakast í Salt Lake City.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835