Nú verður farið at byggja lutaíbúðir í Vági

Nú verður farið at byggja lutaíbúðir í Vági
Kostnaðurin fyri minnu íbúðirnar verður 5.500 kr. um mánaðin
Fyrstu lutaíbúðirnar verða eftir ætlan lidnar síðst í 2021
 
25.09.2020 - 11:23

Vágs kommuna fer nú at byggja lutaíbúðir, í samstarvi við Bústaðir, Betri Banka og byggifyritøkuna Norcon.

Bústaðarkostnaðurin fevnir um leigugjald, el, hita, viðlíkahald, trygging og umsiting.

Fyri minnu íbúðirnar verður bústaðarkostnaðurin 5.500 krónur fyri 80 fermetrar og tvey kømur, og kostnaðurin fyri størri íbúðirnar verður 6.200 krónur fyri 90 fermetrar og trý kømur.

Innskotið verður millum 310.000 og 350.000 kr.

Talan verður um seks íbúðir, sum eftir ætlan skulu standa lidnar síðst í 2021.

Tær seks íbúðirnar eru fyrsta byggistig, og um áhugi er fyri tí, verður farið undir annað byggistig í 2021.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947