Viðgerðartrygd í Danmark umfatar eisini føroyingar

Viðgerðartrygd í Danmark umfatar eisini føroyingar
Føroyska sjúkrahúsverkið og Region Hovedstaden hava skrivað undir samstarvsavtalu
Føroyingar, sum fáa viðgerð á ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, eru nú formliga fevndir av donsku viðgerðartrygdini
 
24.09.2020 - 13:21

Føroyskir sjúklingar, sum fáa viðgerð á danska Ríkissjúkrahúsinum, eru nú formliga fevndir av donsku skipanini um viðgerðartrygd.

Tað skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Sjúkrahúsverkið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands um viðgerðir, sum vit ikki kunnu bjóða í Føroyum. Region Hovedstaden er nógv størsti samstarvsfelagi hjá Sjúkrahúsverkinum, og sjúkrahúsini hava drúgvar royndir við at samstarva við regiónina.

Skrivað undir avtalu

Arbeitt hevur verið eina tíð at fáa eina nýggja avtalu um samstarv millum partarnar, og herfyri vóru partar av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum í Danmark og skrivaðu undir avtaluna. Hóast avtalan í stóran mun heldur fram við smærri tillagingum, so eru eisini nøkur nýbrot.

Avtalan hevur við sær, at føroyskir sjúklingar, sum fáa viðgerð í Region Hovedstaden, eru fevndir av donsku skipanini um viðgerðartrygd. Hetta hevur ikki verið partur av avtalu fyrr, thóast tað hevur verið gjørt.

Somuleiðis eru partarnir samdir um at gera meira fyri, at sjúklingagongdin verður so samanhangandi og smidlig sum gjørligt. Fyri at røkka hesum verður størri dentur lagdur á at brúka telemedisin og aðra teletøkni í viðgerðini.

Bróstkrabbaviðgerðir

Sjúkrahúsleiðslan skrivaði eisini undir nýggja samstarvsavtalu við Aalborg Universitetssjúkrahús um bróstkrabbaviðgerðir.

Síðani 2019 hevur føroyska sjúkrahúsverkið samstarvað við sjúkrahúsið í Aalborg um sjúklingar við bróstkrabba. Samstarvið hevur javnan verið eftirmett, og neyðugar tillagingar eru gjørdar, eitt nú er tilboðið um rekonstruktión komið í fasta legu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371