- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðborg royndartúr við nýggjum motori
Norðborg royndartúr við nýggjum motori
Ætlanin er at fara til fiskiskap í kvøld ella í morgin ári
23.09.2020 - 10:38
Norðborg, sum hevur fingið nýggjan motor, er farin royndartúr.
Siglt verður í tríggjar-fýra tímar fyri at royna nýggja motorin.
Um alt gongur væl, fer Norðborg til fiskiskap í kvøld ella í morgin ári.
Norðborg fekk maskinskaða eystur úr Føroyum 20.juni. Skaðin var so stórur, at neyðugt varð at skifta motorin.
Tað arbeiðið er gjørt í Norðhavnini í Klaksvík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV