Erla Kongsdóttir komin úr høllini

Erla Kongsdóttir komin úr høllini
Næstu vikurnar verður nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni royndarsiglt í Noregi
Erla Komngsdóttir er nú komin úr verksmiðjuhøllini, og næstu vikurnar verður hon royndarsigld
 
23.09.2020 - 11:22

Tríkiljan, Erla Kongsdóttir, sum skal vera avloysaraskip hjá Strandferðsluni, er nú komin úr verksmiðjuhøllini.

Erla Kongsdóttir, sum skal brúka grøna orku og tøkni, er størsta far, sum GS Marine í Noregi hevur smíðað.

Nýbygdi báturin tók alt plássið inni í verksmiðjuhøllini.

Nú verða aksil, skrúva og radari sett í skipið.

Fer at avloysa Ternuna

Næstu vikurnar verður Erla Kongsdóttir royndarsigld í Noregi, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

Fyrsta uppgávan hjá avloysaraskipinum verður at røkja siglingina hjá Ternuni, sum fer til 40 ára klassingar umleið hálvan oktober. Klassingin fer væntandi at taka einar tveir mánaðir.

Erla Kongsdóttir tekur 96 fólk, lættari farm og tríggjar bilar. Hon fer at brúka umleið 12 minuttir at sigla teinin millum Nólsoy og Havnina. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209