- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýrisskipanin verður endurskoðað og dagførd
Arbeiðið við at endurskoða og dagføra fleiri tættir í Stýrisskipan Føroya er nú byrjað.
Fyrrapartin hava Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og formenninir í flokkunum umrøtt fleiri viðurskifti í stýrisskipanarlógini.
Løgmaður heldur, at tíðin er búgvin at endurskoða lógina í einari heild. Á fundinum fyrrapartin vórðu m.a. hesi viðurskifti umrødd:
-
Almennu heitini á løgtingsformanni, løgtingsmonnum, løgmanni og landsstýrismonnum
-
55 í stýrisskipanarlógini um, at millumtjóða sáttmálar eru yvir føroyskari lóggávu
-
Fíggjarparturin
-
Um tey undir verjumáli eisini eiga at fáa valrætt til Løgtingið
Breiða politiska undirtøku
- Stýrisskipanin er oman fyri aðra lóggávu, og tí eiga broytingar í lógini at hava eina breiða politisku undirtøku. Eg vóni, at vit í felag kunnu seta úti í kortið, hvørjar broytingar skulu gerast, sigur Bárður á Steig Nielsen, í tíðindaskrivi.
Stýriskipan Føroya varð samtykt á Føroya løgtingi í 1994. Hon er at kalla ikki broytt síðani.
Verða stig tikin at broyta stýrisskipanarlógina, krevst, at tvey løgting samtykkja broytingarnar.