Avgustar í Nólsoyarfirði

Avgustar í Nólsoyarfirði
Eini 10-15 avgustar grindaðust í fjørðinum eina løtu, áðrenn teir fóru við eystfallinum eystureftir
Tað er ikki óvanligt, at avgustar savnast millum oyggjarnar, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur
 
21.09.2020 - 10:18

Í morgun hildu fólk í Nólsoy seg síggja grind í Nólsoyarfirði.

Men tá málið varð kannað nærri, vísti tað seg at vera ein bólkur av stórhvalum, sum lá í fjørðinum. 

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sigur, at tað vóru einir 10-15 avgustar, sum lógu og grindaðust.

Bara kalldýr

Tað vóru bara kallhvalir í bólkinum, tí kvennhvalirnir halda seg longri suðri í heitari sjógvi saman við hvølpunum.

Bjarni Mikkelsen sigur, at tað er ikki óvanligt, at avgustar savnast í slíkum bólkum millum oyggjarnar.

Teir fóru fyri løtu síðani við eystfallinum eystureftir, og síðst vóru teir sæddir millum Stong og Eystnes.

Grind í Tasmania

Men hóast tað ikki vóru grindaboð í Nólsoyarfirði á hesum sinni, so gjørdu umleið 270 hvalir landgongd í Tasmania í gjár.

Tað er ikki óvanligt, at grindahvalir gera landgongd har, men so nógvir hvalir hava ikki gjørt landgongd í senn í meira enn 10 ár, sigur leiðarin fyri tjóðarlundirnar í Tasmania, Nic Deka.

Fleiri hvalir eru longu deyðir, men bjargingarfólk royna nú at bjarga teimum, sum enn eru á lívi,

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371