- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri eru farin aftur til arbeiðis
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/leiguibudir_a_argjum-12.jpg?itok=0GrdAWkj)
Hóast lønarískoytisskipanin hjá Arbeiðsloysisskipanini fór úr gildi 31. august, er talið á teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, minkað.
Nú hálva fjórðu viku seinni fáa 301 fólk arbeiðsloysisstuðul frá ALS.
1. september, dagin eftir at lønarískoytisskipanin fór úr gildi, fingu 312 fólk arbeiðsloysisstuðul.
612
Tá lønarískoytisskipanin fór úr gildi, vóru 612 fólk í skipanini.
Sambært Magna á Deild Olsen, stjóra á ALS, fóru eini 50 fólk úr lønarískoytisskipanini í arbeiðsloysisskipanina, meðan hini fóru aftur til arbeiðis.
Onnur fólk í arbeiðsloysisskipanini fóru eisini aftur til arbeiðis, og tí er samlaða talið á teimum, sum fáa arbeiðssloysisstuðul, minkað eitt lítið vet, niður í 301 í dag.