Jeppe Kofod kunnar um Arktis

Jeppe Kofod kunnar um Arktis
Limirnir í Arktisku sendinevndini hjá fólkatinginum, í Uttanríkispolitisku nevndini, Grønlandsnevndini og í Føroyanevndini hava fingið fundarboð
Jeppe Kofod , uttanríkisráðharri, hitti amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo, herfyri. Nú fer hann at kunna fólkatingslimir um Arktis
 
18.08.2020 - 10:11

10. september fer Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, at kunna nakrar fólkatingslimir um Arktis.

Limirnir í Arktisku sendinevndini hjá fólkatinginum, í Uttanríkispolitisku nevndini, Grønlandsnevndini og í Føroyanevndini hava fingið fundarboð.

Jeppe Kofod ætlar at geva eina kunning um støðuna viðvíkjandi Arktis, eftir at amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, var í Danmark herfyri.

Hann ætlar eisini at kunna um, hvussu gongst við arbeiðinum at gera eina arktiska strategi. 

Sjúrður Skaale er formaður í Arktisku sendinevndini hjá fólkatinginum, og Edmund Joensen er næstformaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946