- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fráboðanir síðani skipanin varð sett í verk

Tað er støðan, nú varskógvaraskipanin hjá alment settum starvsfólkum hevur virkað síðani 5. mars í fjør. Landsgrannskoðanin umsitur skipanina.
Tá ein varskógvan kemur, verður hon send aðalstjóranum í tí ráðnum, sum varðar av stovninum, varskógvað verður um.
Í hesum eina førinum, sum higartil er farin gjøgnum alla varskógvaraskipanina, helt aðalstjórin, eftir at hava kannað málið, ikki, at meira skuldi gerast við varskógvanina.
Niðurstøðan er send løgmansstjóranum og aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum.
Øll skipanin er í trúnaði
Sambært lógini skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eftir tveimum árum geva løgtinginum frágreiðing, um lógin virkar eftir ætlan, og um broytingar mugu gerast í henni. Tað verður so fyrst í mars næsta ár.
Varskógvaraskipanin er øll í trúnaði, so einki fæst at vita um, hvørji mál, hon fæst við. Á heimasíðuni hjá Landsgrannskoðanini eru teldupostbústaður og telefonnummar hjá varskógvaraskipanini. Har eru eisini upplýsingar um skipanina.
Annars hava fólk altíð kunnað boðað Landssgrannskoðanini frá, um tey halda, okkurt ikki er í lagi á almennum stovni. Slíkar fráboðanir verða tiknar við í grannskoðanina, sigur Beinta Dam, landsgrannskoðari.
