- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sendistovan verður í Tel Aviv - ikki Jerusalem

Føroyar skulu hava sendistovu í Ísrael - men tað verður ikki í Jerusalem, soleiðis sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum upprunaliga ætlaði.
– Bæði í Føroyum, og í Danmark, er politisk mótstøða ímóti at leggja sendistovuna í Jerusalem, og eg vil ikki missa sendistovuna á stokkinum við at tvíhalda um, at hon skal vera í Jerusalem, sigur Jenis av Rana í samrøðu við in.fo
– Tí verður sendistovan stovnað í Tel Aviv, men so kunnu vit altíð arbeiða fyri at flyta hana til Jerusalem seinni, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Stovnast í november
Jenis av Rana sigur við in.fo, at hann á fundi við ísraelska sendiharran í Keypmannahavn í gjár greiddi sendiharranum frá, at endamálið er at stovna føroyska sendistovu í Ísrael í november. Men tað er eisini treytað av, hvussu støðan viðvíkjandi koronu verður.
Tað er ikki greitt enn, um føroyska sendistovan verður inni á donsku sendistovuni í Ísrael, ella um hon verður í sjálvstøðugum hølum við tilknýti til donsku sendistovuna.
– Danska stjórnin er opin fyri, at hon skal fáa egið høli inni á donsku sendistovuni. Tað kann hava sínar fyrimunir, tí har eru øll trygdarviðurskifti, sum tey eiga at vera, sigur landsstýrismaðurin við in.fo
