Lógin verður ikki broytt

Lógin verður ikki broytt
Antitrust ásetingarnar í lógini um sjófeingi verða ikki broyttar nú, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
 
23.07.2020 - 11:59

Hámarkið, sum er 25 prosent av makreli, forðar til dømis Varðanum í at gera íløgur í onnur reiðarí í Føroyum, tí Varðin hevur 25 prosent av makrelinum í Føroyum.

Hetta kann gera, at fleiri útlendskar íløgur verða gjørdar í føroysk reiðarí, nú føroysk reiðarí ikki sleppa framat. Og tað ber til sambært lógini.

Jacob Vestergaard sigur, at hann vildi heldur, at føroysk reiðarí settu pengar í onnur føroysk reiðarí enn, at útlendskar íløgur verða gjørdar í tey.

Men ein antitrust regla skal vera í lógini, og lógin loyvir útlendingum at seta pengar í føroysk reiðarí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375