Ferðafólk skulu sjálvi rinda koronukanningar

Ferðafólk skulu sjálvi rinda koronukanningar
Í august skulu ferðafólkini sjálvi rinda fyri koronukanningar, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
 
16.07.2020 - 13:51

10 milliónir krónur eru higartil settar av til at kanna ferðafólk, ið ferðast til Føroya. Roknað verður við, at verandi játtan røkkur til fyrst í august. Eftir tað skulu ferðafólkini sjálvi rinda fyri koronukanningarnar, sigur løgmaður.

- Vit vildu beinanvegin, at ferðafólkini skuldu sjálvi at rinda rokningina, men heimild var ikki fyri at krevja pengarnar inn. Heimildin skal nú fáast upp á pláss so ella so, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Vilja hava rokningina út til fólk

Síðan 27. juni eru øll yngri enn 12 ár, sum ferðast til Føroya, kannaði fyri koronu.

10 milliónir krónur eru settar av til tað.

Men tað er ikki rætt, at landskassin ber kostnaðin eftir 1. august, heldur Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, sum eisini er formaður í fíggarnevndini hjá løgtinginum.

- Persónliga haldi eg, at tað er rættari, at fólk, sum velja at ferðast, eisini sjálvi rinda rokningina, segði Magnus Rasmussen við útvarpið í síðstu viku.

Beinta Løwe úr Tjóðveldi er av somu fatan.

- Landsstýið hevur heitt á fólk um at vísa hógv, men so noyðist landsstýrið eisini at vísa hógv, og ikki senda skattaborgarunum hesa rokningina. Tá ið fólk hava ráð at ferðast, so hava tey eisini ráð at rinda fyri koronukanningina, segði hon við útvarpið sunnudagin.

Les meira her: Ferðafólk eiga sjálvi at rinda fyri koronukanningar

Skulu fáa heimildina

Landsstýrið umrøður í hesum døgum, um ferðaavgjaldið skal hækka, ella um farast skal í Løgtingið eftir ólavsøku við einari serlóg, so heimild fæst at krevja inn pengar fyri koronukanningar.

- Í samgonguni eru vit samd um, at ferðafólkini eiga at rinda sjálvi, og fólk í andstøðuni halda eftir øllum at døma tað sama. Tá ið vit hava funnið rætta leistin, skuldi verið skjótt at fingið hetta avgreitt, sigur løgmaður.

Eingin koronutilburður er staðfestur í Føroyum síðan 22. apríl. Landsstýrið heldur tað kortini vera rætt at halda fram við at kanna ferðafólk.

- Smittan gongur framvegis í londunum rundan um okkum, og eg rokni við, at koronusmittan kemur aftur til Føroya fyrr ella seinni. Tað er bara ein spurningur um tíð. Av somu orsøk mugu øll, sum koma til Føroya, kannast, so vit verja okkum so væl sum tilber ímóti, at smittan fer aftur í umferð úti í samfelagnum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375