- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mette skal svara, tí hon eigur orðini um nettrygd

Hóast Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, sigur, at tað er ikki hennara lutur at fara í samráð við Føroyanevndina í fólkatinginum um nettrygd og verjupolitikk, verður samráðið kortini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum hevur biðið um samráðið.
Men tað verður ikki fyrr enn í heyst, tá fólkatingið kemur saman aftur.
Fólkatingið kemur saman fyrsta týsdag í oktober.
Mette Fredriksen, forsætisráðharri, ætlar sær ikki í samráð hjá Føroyanevndini um telesamskifti og trygd.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, kallaði fyrst í juni Mette Frederiksen, forsætisráðharra, í samráð um ætlanina um og avleiðingarnar av, at telesamskifti skal handfarast sum eitt trygdarmál í Føroyum.
Hennara orð
Samráðið skal vera í Føroyanevndini í fólkatinginum, har sum Sjúður Skaale er næstformaður.
Men Mette Frederiksen svaraði fyri trimum vikum síðani, at spurningarnir um tele- og nettrygd í samráðnum skulu setast verjumálaráðharranum, og spurningarnar um stjórnarrætt skulu sendast løgmálaráðharranum.
Spurningarnir eru ikki farnir til ráðharrarnar enn.
Sjúrður Skaale veit ikki enn, um hann fer at góðtaka svarið hjá Mette Frederiksen.
Tí tað er úttalilsi hjá Mette Frederiksen, sum samráðið skal vera um, sigur hann.
